image

Veitsla.fo - skjótt, lætt og ómakaleyst  

Veitsla.fo varð stovnað í 2017 og heldur til í Tórshavn. Endamálið hjá veitsla.fo er at leiga út alt til góðu veitsluna, hátíðarhaldið ella tiltakið. Vit hava hópin av vørum í størri nøgdum, so til ber at skipa fyri størri og smærri tiltøkum og fáa alt til tørvin á einum stað. 

Vit koyra vøruna út og heinta hana aftur. Umframt hetta nýtist tær einans at skola vøruna av aftaná brúk, tí vit vaska eisini upp.

Ring 204656 ella skriva til okkum á veitsla@veitsla.fo og hoyr nærri. Tú finnur okkum eisini á facebook, har vit eru til reiðar at svara fyrispurningum.



image

Burðardyggar loysnir

Veitsla.fo leggur dent á at finna burðardyggar loysnir. Vit meta, at tørvur og áhugi er fyri at leiga heldur enn at eiga, tí tá slepst undan at keypa stórar nøgdir, sum einans vera brúktar fáar ferðir. Við veitsla.fo kann vøran endurnýtast ferð eftir ferð og færri nýtast at keypa til tørvin.
Veitsla.fo leggur eisini dent á at hava eitt úrval av einnýtisvørum, sum eru lívfrøðiliga niðurbrótiligar. Sí úrvali her.