Handilstreytir hjá veitsla.fo
Prísir
Á heimasíðuni verða vístir annaðhvørt leiguprísir ella keypsprísir. Tá talan er um leiguprísir, kann vøran ikki keypast, men bert leigast umvegis nethandilin. Tá talan er um keypsprís, er hetta tilskilað á vøruni.
Allir prísir eru í føroyskum krónum (DKK) og íroknaðir MVG.
Fyrivarni verður tikið fyri prísbroytingum, prentvillum og útseldum vørum.
Gjaldshættir
Bíleggingar skulu gjaldast við gjaldskorti á nethandlinum veitsla.fo. Upphæddin verður trekt beinanvegin tá vøran verður bíløgd. Kvittan/váttan fyri bílegging og gjald, fær kundin sendandi við telduposti.
Eyka rokning
Um vøra manglar ella verður borin aftur við skaða, verður eykarokning send leigara.
Flutningur
Veitsla.fo bjóðar flutning millum kl.10.00 – 14.00 gerandisdagar. Vøran verður koyrd til dyrnar, har tað er atkomandi við vogni. Um vognur ikki kann koyra til dyrnar, verður vøran sett við vegkant. Okkara starvsfólk bera ikki vøruna inn. Vit heinta eisini vøruna eftir tiltakið. Flutningskostnaðurin er tilsamans 500kr. í Tórshavn og 750kr. uttanfyri Tórshavn, har landfast er. Flutningur til bygdir, har ikki er landfast, verður avtalaður í hvørjum einskøkum føri.
Um kundin ikki ynskir flutning, kann vøran heintast á Mannaskarð 4 í Tórshavn millum kl.10.00 – 16.00 gerandisdagar.
Leigutreytir
Leigutíðarskeiðið í vikuskiftum er frá fríggjadegi kl.10.00 til mánadag kl.10.00, um ikki onnur avtala er gjørd. Uttanfyri vikuskiftið er leigutíðarskeiðið 2 gerandisdagar. Leigari hevur ábyrgdina av at lata vøruna inn aftur í somu mangd og sama líka, sum tá hann fekk hana.
Íroknað leiguprísin er vasking av øllum lutum. Leigaðir lutir skulu bert skolast væl og ikki hava matarrestir, tá teir verða latnir inn aftur. Um lutir ikki eru skolaðir, tá teir verða latnir inn, kann veitsla.fo krevja gjald fyri tíðarnýtslu til hetta.
Lutir, sum eru ogn hjá veitsla.fo , mugu á ongan hátt broytast ella tillagast. Brot á hetta hevur við sær endurgjald.
Tað er ikki loyvt leigara at bøta um vørurnar sjálvur, tá skeiv viðgerð kann hava við sær óbøtiligan skaða á vøruna.
Um ikki annað er avtalað, skal leigari sjálvur heinta og bera vøruna aftur rættstundis.
Um vøra verður latin inn seinni enn avtalað, verður hetta at rokna sum nýtt leigutíðarskeið og rokning send fyri hetta.
Kundaupplýsingar
Við bílegging verður leigari biðin um ávísar upplýsingar. Har er neyðugt, at skriva allar týðandi upplýsingar í teigarnar.
Teigarnir fyri navn, bússtað, bygd/býur, teldupost og telefon skulu útfyllast.
Kundin kann velja at stovna ein brúkara við innritan, so upplýsingarnar verða goymdar til framtíðar ordrar.
Iðranarrættur
Keypið kann uttan kostnað iðrast fram til 30 dagar áðrenn avtalaða leigu. Verður leiga iðra eftir hetta tíðarskeið, verður kravt gjald á 20% av ordranum fram til 2 gerandisdagar áðrenn avtalað leigu. Eftir hetta kann leiga ikki iðrast og verður tá kravt fult gjald.
Endurgjald verður ikki veitt fyri vøru, sum ikki er heintað.