Starv
Uppgávur:
Førleikar:
Arbeiðstíðin er uml. 4 tímar um dagin mána- til fríggjadag frá setan til og við august. Veitsla.fo heldur til á Mannaskarð 4 í Havn. Starvið verður lønt sambært sáttmála og sett skjótast til ber.
Veitsla.fo varð stovnað í 2017 og heldur til í Tórshavn. Endamálið hjá veitsla.fo er at leiga út alt til góðu veitsluna, hátíðarhaldið ella tiltakið. Vit hava hópin av vørum í størri nøgdum, so til ber at skipa fyri størri og smærri tiltøkum og fáa alt til tørvin á einum stað. Veitsla.fo leggur stóran dent á góða góðsku og at finna burðardyggar loysnir. Vit meta, at tørvur og áhugi er fyri at leiga heldur enn at eiga, tí tá slepst undan at keypa stórar nøgdir, sum einans vera brúktar fáar ferðir. Við veitsla.fo kann vøran endurnýtast ferð eftir ferð og færri nýtast at keypa til tørvin. Sí nærri á www.veitsla.fo, sum er okkara nethandil.